Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Um okkum Føroyar Vágar Mykines Kunning Tiltøk Ferðist í FO
Gásadalur
Sørvágur
Vatnsoyrar
Miðvágur
Sandavágur
Slættanes
Víkar
Myndasavn
Miðvágur

Miðvágur er størsta bygdin í Vágum. Miðvágur er gomul bygd, og er nevnd í søguligum skjølum umleið 1350/1400.

Í Miðvági er eru fleiri ídnaðarvirki. Her eru bilsmiðjur, handlar og aðrar tænastufyritøkur. Havnarviðurskiftini eru góð, og fiskivinna er ein av størru vinnugreinunum. Bæði útróður og langfaravinna.

 

Ferðavinnan er í menning, og góðir ferðamøguleikar eru í og kring bygdina.

 

Sagnir og søga knýta seg at Miðvági, og mentanin sum heild hevur altíð livað væl í bygdini. Í bygdini eru fleiri søvn. Nevnast kunnu fornminnissavnið í Kálvalíð og bygdarsavnið í Jansagerði, eins og Krígssavnið eisini er latið upp í Miðvági.

 

Hugnalig viðarlund er millum gamla og nýggja kirkjuumhvørvið.

 

Nógv er bygt í Miðvági seinnu árini, og bygdin er í støðugum vøkstri. Ferðamøguleikarnir eru góðir, og fólk ferðast eisini av bygdini til arbeiðis.

 

Áhugaverd støð:
Kálvalíð

Jansagerði

Krígssavnið

Miðvágs kirkja frá 1952

Viðarlundin og gamli kirkjugarðurin

Hýsisá við helluristingini hjá Mikkjali á Ryggi

Góðir útferðarmøguleikar

 

Miðvágur er partur av Vága kommunu

 

 

 
Vága kunningarstova - Leitisvegur 58 - 370 Miðvágur - tel +298 33 34 55 - fax +298 33 34 75 - vagarvagar.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media